Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at ein harður jarðskjálvti fer at raka Kalifornia innan 30 ár Amerikonsku jarðfrøðingarnir siga, at tað er 99 prosent vissa fyri, at ein ógvuliga harður jarðskjálvti verður í Kalifornia innan 30 ár. Teir vænta, at skjálvtin verður minst líka harður sum tann í 1994, tá 72 fólk lótu lív, og meiri enn 10.000 fingu skaða.
Útrokningarnar hjá jarðfrøðingunum siga, at tað er 50 prosent vissa fyri, at innan 30 ár verður Kalifornia rakt av einum uppaftur jarðskjálvta enn tí í 1994. Hann verður kanska heili 7,5 á Richterstiganum, siga teir.
Stjórin á jarðfrøðistovninum í Kalifornia, Tom Jordan, sigur, at ein so harður jarðskjálvti kann fáa sera álvarssamar avleiðingar.