Vænta ikki tað nógva

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt línuskip kemur inn at landa mánadagin komandi. Seinni í vikuni vænta tey nøkur línuskip.

- Men tað verður helst ikki tað heilt stóra. Skipini eru antin undir Íslandi ella fiska á djúpum vatni undir Føroyum. Vit vænta tí mest av toski, brosmu og longu. Nakað verður helst eisini av blálongu, lira og svartkalva.

Streymurin verður hampuligur, og veðrið sær út til at fara at halda sær. Tí væntar Fiskamarknaður Føroya sær eitt sindur av útróðrarfiski í næstu viku.

Djúpvatnstrolararnir fiska á djúpum vatni og fáa mest svartkalva. Fýra skip royna eftir upsa og koma inn, sum vikan gongur.

- Partrolararnir fiska allir upsa, men fiskiskapurin er misjavnur. Tó er veiðan fyri tað mesta smálig. Hesi skip koma inn at landa teir næstu dagarnar.

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um tilfeingið í næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir inni, men møguliga fer onkur út í vikuskiftinum.

- Tveir garnabátar eru til fiskiskap. Ein fiskar havtasku, og ein fiskar svartkalva og kemur inn at landa mánadagin, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.