Vænta ikki nógvar landingar

- Vit vænta ikki nógv línuskip inn at landa í næstu viku, kanska eitt ella tvey seinnapartin í vikuni. Skipini, sum talan er um, fiska mest brosmu og longu.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.

Líkindini til útróður verða góð. Veðurforsøgnirnar eru góðar, og tað verður streymurin eisini.

- Vit vænta tí nakað av útróðrarfiski, kanska mest av hvítingi, sigur marknaðurin.

Onkur djúpvatnstrolari fiskar upsa, og onkur hevur roynt eftir svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur.

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er eisini smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Trolbátarnir eru á landleiðini. Teir fáa eina blanding av toski, havtasku, reyðsprøku og tungu. Væntandi landar ein trolbátur mánadagin, og seinni í vikuni landa hinir, sum eftir eru.