Vænta ikki nógvan upsa

Tað er lítil veiða av botnfiski við troli undir Føroyum í løtuni. Tó er væntandi, at onkrar landingar verða í næstu viku.

Í gjár vóru bara fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Tí er ikki væntandi, at so nógvur upsi verður landaður i næstu viku. Okkurt parið fer tó væntandi avstað aftur í næstum.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap undir Føroyum. Teir eru nýliga byrjaðir og koma tí neyvan inn aftur at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Lagt verður aftrat, at ein trolbátur fiskar á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Ein kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma seinni í vikuni.

 

- Vit vænta, at øll trý garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, koma inn at landa í næstu viku, men skipini fáa ikki nakað serligt, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.