Grundraksturin hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,6 miljónir krónur í 2019, meðan avlopið í 2019 var á 0,5 miljónir krónur. Útlánini minkaðu í 2019 við 1,4 prosentum - úr 582 miljónum niður í 573 miljónir. Sparikassin valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøv (NEP og ískoytiskrøv til kapital) og minkaði samstundis um kredittváðan, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri. Innlánini hækkaðu við 2,9 prosentum - úr 700 miljónum upp í 721 miljónir krónur.
- Vit byrjaðu í april 2019 samstarv við DLR um realkredittfígging. Fyrsta árið eru 8 prosent av øllum 1. veðrættunum hjá okkum fíggjaði við realkredittlánum, og komandi árini verða enn fleiri realkredittfíggjaði lán.
Í tíðindaskrivi vísir Suðuroyar Sparikassi á, at úrslitið fyri skatt í 2019 var á 0,5 miljónir krónur.
- Rentu-og ómaksgjøld hækkaðu úr 26,2 miljónum í 2018 upp í 26,7 miljónir í 2019. Vinningurin av virðisbrøvum var 136 t.kr. samanborið við eitt tap á 261 t. kr. í 2018. Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 1,0 prosenti úr 23,8 miljónum í 2018 upp í 24,0 miljónir í 2019.
Lagt verður aftrat, at niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.254 t.kr. samanborið við 726 t.kr. í 2018.
- Vit vænta, at úrslitið fyri 2020 verður positivt við á leið 2,0-2,5 miljónum krónum fyri skatt. Árið 2019 var annars áhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini við tilætlaðari lækking í útlánunum og vøkstri í realkredittlánum. Hópfígging av kommunuskuld setti eisini Sparikassan á heimskortið í 2019.
Suðuroyar Sparikassi var fyrsti peningarstovnur at bjóða hetta. Lánið varð fullteknað, og sparikassin metir hópfígging verða framtíðarinnar fíggingarhátt við øllum teimum nýggju tøkniligu møguleikunum og í samsvar við rákið við skiftisbúskapi.
- Í november gjøgnumførdi Suðuroyar Sparikassi eina kosna kapitalhækkan á nominelt 4.400 t.kr. fyri at bjálva seg til framtíðina, og vit eru nú bara 2,1 % stig frá at uppfylla komandi lógarkrøv til kapital í 2025. Sostatt er solvensurin 17,6 prosent, meðan harða lógarkravið frá Fíggjareftirlitinum 1. januar 2020 er 10,9 prosent, og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,9 prosent.
Í Suðuroyar Sparikassa vísa tey á, at higartil í 2020 hevur korona fylt nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og soleiðis eisini í Suðuroyar Sparikassa og hjá viðskiftafólkum og feløgum sparikassans.
- Vit eru altíð til reiðar at veita kundum eina hjálpandi hond.
Suðuroyar Sparikassi metir í løtuni ikki, at korona fer at fáa negativa ávirkan á raksturin fyri 2020. Um gongdina í farna ári, sigur stjórin, Søren L. Bruhn í stuttum soleiðis:
- Vit eru minni nøgd við 2019, men spent upp á 2020.