Væntaði stórsigurin

Kyndi gav ikki Stjørnuni nakrar trupulleikar yvirhøvur

Hondbóltur

 

Tað var toppur móti botni í Klaksvík sunnudagin. Stjørnan hevur vunnið FM-heitið seinastu trý kappingarárini, og aftur í ár tykist kósin at púrasta óbroytt.

Og móti stigaleysa Kyndli høvdu tær á oddaliðnum als ongar trupulleikar. Fyrstu lítlu løtuna slapp Kyndil at hanga iett sindur í, men eftir eitt korter setti Stjørnan ferð á. Í verjuni komu tær upp á tærnar at standa, og so fóru tær av álvara at toga seg burtur.

Eftir hetta var einasti spurningurin, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Upp á skift royndu skjúttarnir hjá Stjørnuni at fáa sær nøkur mál til máltindin, meðan tað hjá Kyndli einamest ráddi um at fáa tíðina at ganga, so tær kunnu venda tankarnar móti næstu uppgávuni.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-Kyndil 33-16 (14-9)

10 min: 4-3

20 min: 7-5

40 min: 20-12

50 min: 25-13

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 6(1), Una Olsen 6(1), Dianne Møller 6(2), Durita Christophersen 5, Durita Mikkelsen 3(1), Durita Ljósstein 2, Edith Hansen 1, Bára S. Klakstein 1

Kyndil: Jacklin Djurhuus 6(1), Barbara Egilstrøð 2, Jórun Ludvig 1, Halla Midjord 1, Annika Poulsen 1, Ronja Mikkelsen 1(1), Beinta Laursen 1, Ása Christiansen 1, Marina Zilko 1

Brotskøst: Stjørnan 6, Kyndil 2

Útvísingar: Stjørnan 2, Kyndil 1

Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen