Væntaði sigurin til VB

Vágskvinnur vunnu væntaða sigurin á StÍF í Vági sunnudagin. Longu frá fyrsta bríksli var munurin eyðsýndur.

Tíverri er tað so, at í føroysku hondbóltskappingini, og serligani hjá kvinnunum, eru tað rættuliga nógvir dystir, har tað er lætt at spáa um úrslitið frammanundan, tí at liðið eru so ójøvn. Ein slíkur dystur var tann millum VB og StÍF sunnudagin.

Fyrireika seg til hálvfinaluna
Uttan at taka nakað frá strandakvinnum, so skerst ikki burtur, at VB saman við Stjørnuni er líka sum í einum flokki fyri seg í føroyskum kvinnuhondbólti, meðan StÍF hevur eitt gott petti eftir, áðrenn tær røkka upp á sama støði.
VB hevur í fleiri ár verið við í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti, og ein av orsøkunum til hetta hevur verið, at liðið hevur havt eina stammu, ið hevur spælt saman í fleiri ár, og harafturat hevur liðið eisini nakrar av teimum bestu útlendingunum í Sunset-kappingini.
Í dystinum sunnudagin vístu útlendingarnir hjá VB eisini vegin, og serliga Daiva Tomaite var serliga væl uppløgd. Hon gjørdi ikki mætari enn skora níggju ferðir longu fyri steðgin, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur, tá ið VB um miðjan fyrra hálvleik fór frá at verða á odda 8-5 upp á 16-5!
Heimaliðið økti so hvørt sum dysturin leið, og tey tjúgu málini, ið vóru á muni millum liðini vóru helst eisini á eini góðari leið.
Nú fyrireika vágskvinnur seg so til hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini, sum tær skulu spæla í annaðkvøld móti Stjørnuni. Fleiri vilja eisini verða við, at hálvfinalan móti klaksvíkskvinnum í veruleikanum er tann moralska finalan.

VB-StÍF 38-18(19-7)
VB: Daiva Tomaite 13(3), Aukse Vysniaskaite 6, Christina Holm 6(3), Laila Jespersen 4, Arnleyð Hjelm 3, Rannvá Augustinussen 3, Jóna Thorsteinsson 1, Margreth Augustinussen 1, Sólrun Krosslá 1
StÍF: Paula D. Olsen 5, Rebekka Justinussen 4, Súnfríð B. Jacobsen 3, Anna B. Danielsen 2, Paula Høgnesen 2, Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1
Brotskøst: VB 7(6), StÍF 1
Útvísingar: StÍF 4
Dómarar: Sámal Hansen og Kristjan Johansen