Óvæntaði úrslit í Premier League

Á Emirates leikvøllinum tók tað longi, áðrenn Arsenal knúgvaðu treysku Wigan. Úrslitið varð 2-0, men m,álini fullu ikki fyrr enn seint í dystinum, tá William Gallas(83) og Tomasz Rosicky (85) skoraðu.

 

Á Reebok kom kanska mest óvæntaða úrslitið í dag. Manchester United, ið lá einum deildum fyrsta plássi vitjaði Bolton, og har var tað ein verjuvilla, ið kostaði United stigini. Ungi Gerard Pique mistimaði eitt innlegg og so var lætt hjá málslúkinum Nicolas Anelka at leggja Bolton á sigurskós. Og tað skuldi eisini vísa seg at vera einasta málið í dystinum, hóast møguleikar ikki trutu í United-sa favør. Serliga Carlos Tevez brendi illa í dag.

 

Everton fekk rættuliga gongd á málskjótingina í dag, tá teir høvdu vitjan av liðnum hjá Roy Keane, Sunderland. Úrslitið av dystinum gjørdist lemjandi sigur til Everton uppá heili 7-1.

 

Úrslitini í dag vórðu annars hesi:

 

Newcastle-Liverpool 0-3

Arsenal-Wigan 2-0

Bolton-Manchester United 1-0

Everton-Sunderland 7-1

Manchester City-Reading 2-1

Middlesbrough-Aston Villa 0-3

Birmingham-Portsmouth 0-2

 

Derby-Chelsea (Byrjaðu klokkan 17:15, og har er støðan 1-0 til Chelsea, eftir ein hálvan tíma)