Væntaði at drepa millum 100 og 700

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur undir avhoyringum sagt løgregluni, at hann roknað við at fáa stundir til at drepa millum 100 og 700 fólk tann 22. juli, áðrenn hann bleiv steðgaður.

Hann hevur eisini greitt frá, at hann hevði fleiri álopsmál, men valdi Utøya, tí tað var tað lættasta, helt hann. Hann hevði býtt álopið sundur í tríggjar møguleikar. Tað mest sannlíka helt hann vera, at hann fór at fáa tíð til at beina fyri millum 12 og 100 fólkum á oynni, men vónaði at klára millum 100 og 700.

Breivik ringdi sjálvur til løgregluna klokkan 18.01 ella ein hálvan tíma, ðrenn hann bleiv handtikin. Tá hevði hann drpið 12 fólk, men av tí at telefonsambandið fór, tók hann byrsuna framaftur og helt fram at skjóta 25 minuttir afturat.