Hitalag
Viðurkendi granskingarstovnurin IRI (The International Research Institute for Climate and Society) ávarar nú um, at tað verður heitari enn vanligt um alla jørðina komandi tríggjar mánaðirnar.
Stovnurin vísir á eina globala hitabylgju, og tosað verður aftur um veðurlagsfyribrigdi El Ninjo.
Sum skilst á útlendskum fjølmiðlum, gevur ávaringin hjá IRI afturljóð millum veðurlagsgranskarar kring um heimin.
Petur ivast
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur seg ivast í, hvat veðurlagsgranskarar soleiðis kunnu siga við vissu um hitalagið tríggjar mánaðir fram.
- Tað gongur ímóti vetri, og í øllum førum er í løtuni líkt til, at vit her um okkara leiðir fáa kaldari veður í nakrar dagar, sigur veðurfrøðingurin.
At jørðin hinvegin gerst heitari, og at umhvørvisdálking ávirkar bæði hita og veðurlag á jørðini annars, er okkara veðurfrøðingur als ikki ósamdur í.
Áhugavert verður at síggja, hvat ein slík hitabylgja fer at merkja fyri eitt nú fiskaprísir og oljuprísir, um spádómurin hjá veðurlagsgranskarum fer at halda.