Um tríggjar vikur verður val í Norðurírlandi, og í politiska vonginum hjá IRA, Sinn Fein, vænta tey, at flokkurin fer at fáa eitt gott úrslit.
Formaðurin í Sinn Fein, Gerry Adams, sigur við NTB, at sambært einari veljarakanning hjá blaðnum Sunday Times fer flokkur hansara fram um tann hóvliga flokkin SDLP, sum eisini er katólskur, og sum eisini er fyri tættari sambandi ímillum Norðurírland og Írland eins og Sinn Fein. Sjálvur stillar Gerry Adams upp í vestara partinum av Belfast. Har fekk Sinn Fein fýra umboð á valinum seinast, og floksformaðurin vónar at fáa eitt umboð afturat hesaferð. Tað er lítil ivi um, at formaðurin verður afturvaldur, men tað er ikki vist, at hann fer at fáa flestar atkvøður. Næstformaðurin í Sinn Fein, Martin McGuinness, sigst hava gjørt sera nógv burtur úr valstríðnum hesaferð.
Fyrrverandi fyrstiráðharrin David Trimble, sum er talsmaður fyri at varðveita Norðurírland sum part av bretska ríkinum, segði um vikuskiftið, at hann er ikki sinnaður at skipa stjórn saman við Sinn Fein, fyrr enn IRA hevur prógvað, at felagsskapurin hevur beint fyri øllum sínum vápnum.