Vænta gos í USA

Alt bendir á, at gosfjallið Mount St. Helens nærhendis Seattle fer at goysa fyrsta dagin

Mánadagin hekk eitt stórt skýggj uppi yvir gosfjallinum Mount St. Helens nærhendis amerikanska býnum Seattle, og serfrøðingar siga, at nú er lítil ivi um, at fjallið fer at goysa um stutta tíð.

Serfrøðingarnir siga, at botnurin á gosopinum er hækkaður fleiri metrar ta seinastu tíðina. Teir halda eisini, at hitin er vorðin so nógvur nú, at ísur, sum lá ovast á fjallinum, er tiðnaður, og at vatnið er runnið niður í gosopið. Har er eftir øllum at døma so heitt, at vatnið kókar, og tí hevur eitt skýggj hingið uppi yvir fjallinum teir seinastu dagarnar.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin segði í gjár at kanska er tað bara ein spurningur um tímar, til Mount St. Helens fer at goysa. Seinast fjallið goysti var í mai í 1980.