Vænta gevandi samráðingar

Vøka fyri december er komið. Nógv forvitnisligt er at frætta og blaðið er sjálvsagt merkt av, at Sjúkrasystrafelag Føroya tann 1. oktober 1998 hátíðarhelt 10 ára stovningardagin sum sjálvstøðugt felag.

Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, greiðir í oddagreinini frá, at felagið hevur sagt upp sáttmálan við Fíggjarmálastýrið.

Hon greiðir millum annað frá, at felagið hevur havt vitjan frá DSR og hava tey soleiðis fingið innlit í nýggju donsku lønarskipanina. Har er nógv, ið felagið heldur seg kunna brúka og sum felagið metir langt síðani átti at verið komið í sáttmálan.

Sjúkrasystrafelag Føroya hevur gjøgnum álitisumboð savnað ynski frá limunum, umframt at fleiri sjúkrasystrar hava vent sær til felagið við kravi um nýggjan sáttmála.


Lønarhækkan

Joan Ziskason sigur í oddagreinini, at felagið í næstum fer at raðfesta krøvini til Fíggjarmálastýrið, men í høvuðsheitum eru krøvini hesi:

Grundlønin skal hækka, lønarhækkan til deildarsjúkrasystrar, fyristøðufólk og leiðarar. Samsýning til praktikkvegleiðarar, stytt arbeiðsvika, skipað eftir útbúgving. Eftirútbúgving skal geva lønarhækkan. Seniorpolitikk.

Sjúkrasystrafelagið sær fram til gevandi samráðingar, har partarnir hava virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Joan Ziskason m.a í oddagreinini.


Kaffimik

Annars eru í Vøku ymisk tíðindi til limirnar um skeið og annað, yrkingar og sjálvsagt verður við orðum og myndum minst aftur á 10 ára hátíðarhaldið 1. oktober og veitsluna. Eisini er prentað røðan, sum Helena Dam á Neystabø helt á 10 ára føðingardegnum hjá felagnum.

Eisini verður sagt, at sum eitt íkast, so fara nakrir limir, ið hava starvast í Grønlandi, undir eitt tiltak, ið nevnist Kaffimik. Kaffimik er sergrønlendskt fyribrigdi, ið merkir at støkka inn á gólvið til ein kaffimunn. Um húsarúmdin er ov lítil, so geva tey, ið hava fingið, rúm til næsta mann.

Ætlanin er her at tríva í ymiskt, ið limir hava upplivað í Grønlandi. Tilfar frá tiltøkunum liggur frammi í felagshølunum í eina viku, so limir av bygd eisini kunnu nýta høvi at vitja, verður sagt í sjúkrasystrablaðnum Vøka fyri december.