Vænta ófrið og ruðuleika í Egyptalandi

Vandi er fyri ruðuleika í Egyptalandi, eftir at landsins ovasti dómstólur er komin til ta niðurstøðu, at tjóðartingsvalið herfyri var ólógligt, tí at fleiri av tinglimunum vórðu ólógliga valdir.

Tann Muslimski Bróðurskapurin, sum vann valið, hevur fordømt úrskurðin hjá dómstólinum og kallar hann byrjanina til eitt hernaðarkvett, sum stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum Hosni Mubarak leggja til rættis.

Eygleiðarar bera ótta fyri mótmælum og ófriði í sambandi við fríggjadagsbønina í dag.

Tað bøtir ikki um hýrin hjá teimum misnøgdu, at hægstirættur í Kairo hevur staðfest, at fyrrverandi forsætisráðharrin hjá Mubarak, Ahmed Shafiq, hevur rætt til at stilla upp til forsetavalið, sum verður í morgin. Hann skal kappast við valevnið hjá bróðurskapinum um forsetaembætið.