Í fleiri londum hava myndugleikarnir hert trygdartiltøkini við sendistovurnar hjá Fraklandi, tí teir rokna við mótmælum, nú franska blaðið Charlie Hebdo prentar fleiri tekningar av Muhammed profeti í dagsins blaði.
-Eg havi sjálvandi sent tey neyðugu boðini, so trygdin verður herd í øllum teimum londunum, sum vit kunnu fáa trupulleikar í, sigur franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius.
Blaðstjórin á Charlie Hebdo hevur sagt, at endamálið hjá blaðnum er ikki at særa nakran, nú nógvir muslimar eru í øðini frammanundan orsakað av tí umstrídda filminum um Muhammed.
Tað búgva meiri enn fýra milliónir muslimar í Fraklandi. Dalil Boubakeur, sum er imamur á teirri størstu moskuni í París, eggjar sínum fronsku trúarfeløgum til at sissa seg. Hann sigur tiltakið hjá blaðnum vera harmiligt, tí tað økir vandan fyri meiri øði og harðskapi í tí muslimska heiminum.
-Eg mæli teimum frá at bera brennið á bálið, sigur imamurin við fronsku tíðindastovuna AFP.










