Seinasta alibrúkið í longu røðini at fáa ILA er Gulin, sum heldur til undir Argjalandinum í Nólsoyarfirði. Landsdjóralæknin hevur givið boð um at taka fiskin í teimum ringunum, sum eru fongdir við ILA.
Hetta er fimta alibrúkið í hálvtannað ár, sum verður rakt av herviligu fiskasjúkuni, ið verður mett sum tann mest álvarsama fiskasjúkan í ES-høpi.
Alarar hava ikki gjørt nóg mikið fyri at steðga sjúkuni, og tað er orsøkin til, at hon hevur breitt seg um meginpartin av Eysturoynni og nú til Nólsoyarfjørð. Hetta heldur Hans Jacobsen, ið er formaður í Føroya Havbúnaðarfelag.
Hann væntar, at enn fleiri alibrúk fara at fáa ILA virusið.
? Nei hetta er ikki seinasti tilburður av ILA. Sjálvandi vóni eg, at hetta ikki verður so, men nú er virusið farið so langt, at tað hevði verið ógvuliga løgið, um tað ikki finst í øðrum alibrúkum eisini, sigur Hans Jacobsen, ið sjálvur hevur alibrúk á Lambavík, har ILA er staðfest, men tó er sjúkan ikki brotin út enn.
Hann heldur annars ikki, at alarar og myndugleikar hava gjørt nóg nógv fyri at forða sjúkuni í at breiða seg. Alararnir vónaðu, at ILA ikki fór at breiða seg til onnur støð, men hetta er nú hent.
Hann heldur, at alarar altíð skulu hava eitt vakið eyga við ringunum og vera eitt fet frammanfyri sjúkuna, so teir kunnu avmarka skaðan.
? Neyðugt er at hava eina fasta mannagongd, so at fólk varnast virusið beinanvegin, sigur Hans Jacobsen. Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at alarar við jøvnum millumbilum kannaðu síni alibrúk. Soleiðis høvdu teir altíð vitað, hvussu støðan er við fiskasjúkum.
Hann leggur dent á, at alarar skulu altíð vera vitandi um støðuna í alibrúkinum í sambandi við sjúku. Soleiðis slepst undan, at fiskur verður settur út, har smitta longu er í ringunum.
Djóralæknin samdur
Bjørn Harlou, landsdjóralækni í Føroyum, er samdur við Hans. Hann heldur ikki, at hetta er seinasti tilburður av ILA í Føroyum. Hóast vísindamenn enn vita lítið um ILA virusið, so er smittuvandin stórur, og sjúkan breiðir seg skjótt.
Hann sigur, at ES metir hesa sjúkuna sum tað álvarsamastu. Tí setir felagsskapurin tað krav, at lond, ið senda fisk á ES-marknaðin, skulu gera sítt ítarsta fyri at fyribyrgja henni. Tað er Bjørn Harlou, ið gevur boð um at neyðslakta fiskin í ILA raktum alibrúkum.
Hann sigur, at tað er ein ógvuliga torfør uppgáva at forða ILA í at breiða seg út um landið. Hann vísir á, at enn vita vit ikki nóg mikið um smittuna, men sjálvandi eru tey alibrúk, ið ligga tættast við ILA rakt øki, í størri vanda.
Alarar fáa tó vanligan prís fyri laks við ILA sum frískan laks. Trupulleikin er tann, at alibrúkið skal leggjast stilt í langa tíð, áðrenn fiskur aftur kann setast út.
Bjørn Harlou heldur, at smittan kanska er spjadd um landið við brunnbátum. Hesir brunnbátar hava siglt millum alibrúkini, áðrenn nakar hevur varnast sjúkuna, og tá kunnu teir hava spjatt hana víða um. Eftir at ILA er staðfest, hava brunnbátarnir ikki havt frítt at fara um landið.