Vænta fleiri omanlop

Í gjár leyp bæði á Tjørnuvíkarvegnum og á Elduvíkarvegnum Landsverk ávarar staðiliga fólk um væntandi omanlop, nú blot er komið í.

Tað er eisini farið at leypa summastaðni.

Ein steinur, sum vigaði hálvt tons, er komin oman á Eldurvíkarvegin, og ein størri steinum, sum vigaði eini sjey tons, er komin oman á Tjørnuvíkarvegin.

Í hvørgum førinum var ferðslan tarnað, og eingin skaði hendi. Í dag hava fólk frá Landsverki arbeitt við at klúgva steinin fyri lættari at fáa hann burtur.

Eitt skriðulop hevur eisini verið av Kjølinum í Klaksvík. Skriðan fór bara oman á ein hamara.

Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverki heitir á fólk, sum koyra á vegum í brattlendi, um at hava eyguni við sær, og hann heitir samstundis á tey, sum koma til grót á vegnum, um at boðað frá, so onnur ikki fáa skaða.