Vænta fleiri línuskip hesa vikuna

- Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Tey flestu koma síðst í vikuni, men møguliga kemur onkur inn í dag. Fleiri línuskip fiska brosmu og longu, og nøkur fiska tosk og hýsu. Eitt línuskip er á Rygginum og fiskar svartkalva og blálongu.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum um línuskipini fyri hesa vikuna.

Streymurin harðnar, men veðurlíkindini síggja út til at gerast hampilig. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri og útróðrarfiski, mest hýsu og toski.

Lagt verður aftrat, at fýra djúpvatnstrolarar eru til vanliga ísfiskaveiði. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi koma hesi skip inn at landa í dag. Aðrir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Hesir partrola og frysta veiðina umborð.

Flestu partrolarar eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er smáligur, men skipini koma inn, sum vikan líður.

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar, vóru allir trolbátarnir inni, men teir fara útaftur, tá tað viðrar. Trolbátarnir fara helst út á Skeivabanka at royna eftir havtasku.

Trý garnaskip eru til fiskiskap í løtuni. Ein fiskar svartkalva eystan fyri og landar helst síðst í hesi vikuni. Ein fiskar havtasku og landar væntandi miðskeiðis í hesi vikuni.

- Triðja garnaskipið fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hesa vikuna.