Vænta fleiri línuskip

Streymurin verður harður í byrjanini av vikuni, og tí væntar Fiskamarknaður Føroya fleiri línuskip hesa vikuna

- Tvey línuskip eru und­ir Íslandi og koma vænt­andi inn at landa síðst í hesi vikuni. Skipini hava ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu og møguliga eisini nakað av blálongu og kongafiski.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at streym­urin verður harður fyrst í vik­uni.
- Tí er væntandi, at fleiri línuskip koma inn at landa í dag.
Lagt verður aftrat, at tvey línuskip eru á Rygg­inum og fiska tosk, blá­longu og svartkalva. Hini línuskipini eru á djúpum vatni og fiska mest brosmu, longu og nakað av toski. Eitt línuskip fisk­ar tó tosk og hýsu.
Fiskamarknaður Før­oya vísir á, at eitt línu­skip er í Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva, og hetta skipið landar neyv­an hesa vikuna.
Væntandi er ikki, at nakar serligur útróður verð­ur hesa vikuna, nú streym­urin er harður, og veðurútlitini eru skift­andi.
Partrolararnir, sum allir fiska upsa, hava mis­javn, men heldur smá­ligan fiskiskap. Teir koma inn at landa, sum vikan gongur.
- Tveir djúpvatns­­trol­arar fiska upsa og ein fiskar svartkalva og ann­an djúpvatnsfisk. Teir, sum fiska upsa, landa helst síðst í hesi vikuni.
Fiskamarknaður Før­oya veit at sita, at restin av djúpvatnstrolar­unum ant­in frysta veiðina um­­borð ella liggja við bryggju.