Vænta fleiri heiðursmerki í 2016

ÍTRÓTTUR Nuuk skal skipa fyri Arctic Winter Games 2016. Vónin er, at fleiri heiðursmerki verða verandi í Grønlandi.

Hóast fimm ár eru til leikirnar, eru fyrireikingarnar langt síðani farnar í gongd.
Millum tey ið fara at geva sítt íkast til leikirnar er felagsskapurin Grønlands Skoleidræt.
- Vit ynskja at fáa fleiri dugnaligar næmingar at gera meiri við ítróttin tey komandi árini, verður sagt úr felagsskapinum.
Vónin er, at grønlendingar við hesum átaki fara at fáa uppaftur fleiri heiðurstekin í 2016.

Heiðursmerki
Arctic Winter Games verður størsta einstaka ítróttartiltakið nakrantíð í Grønlandi.
- Vit ynskja at fara undir eina verkætlan, sum skal miða eftir at fáa fatur á dugnaligum næmingum, sum vilja gera ein eyka innsats, sigur leiðarin í felagsskapinum, Kim Godtfredsen.
Ætlanin er at fáa uppaftur fleiri heiðursmerki til Grønland hesar dagarnar undir AWG 2016.
Arktisku leikirnir verða skipaðir annaðhvørt ár. Komandi ár verða teir í Canada og í 2014 í Alaska, og altso í Nuuk í 2016.
Undir teimum 21. leikunum í Canada í 2010, endaði Grønland á einum 6. plássi við 49 heiðurskerjum - 18 gull, 16 silvur og 15 bronsu.
Hetta var langt frá góða úrslitinum hjá Alaska, sum fekk íalt 251 heiðursmerki.


Fakta: AWG
Arctic Winter Games er eitt ítróttar- og mentunartiltak fyri ungdóm úr arktiska økinum.
Leikirnir verða hildnir annaðhvørtár, og verða hildnir 21. ferð í Grande Prairie í Canada komandi ár.
Í 1970 luttóku 500 ítróttarfólk, meðan omanfyri 2000 taka lut nú.
Í fjør luttóku ítróttarfólk úr 9 økjum, teirra millum Grønland og Samaland.