Vænta fleiri avlýsingar í morgun

Vindurin fer at veksa út á fyrrapartin og væntandi er, fleiri bussar og skip avlýsa

Sum vit lósu í áðni er samferðslan á landi mestsum lammað av stormi í morgun.

Bæði skip og bussar hava avlýst og somuleiðis er flogferðslan illa tarnað í dag. Onkur flogfør eru avlýst, men tey allarflestu eru seinkað í upp til fleiri tímar.

Men sum tað sær út nú, fer vindurin at veksa nakað enn út á fyrrapartin, og Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at er tað nakað, kunnu fleiri avlýsingar væntast út á fyrrapartin.

Hon sigur, at tað er ikki væntandi, at so nøkunlunda skil kemur á aftur fyrrenn út á dagin.

Landsverk boðar frá nógvum vindi sunnaneftir, tað er heilt upp í 38 metrar um sekundið fleiri staðni, vísa veðurstøðirnar hjá Landdsverki.

Um góðar tíggju minuttir ber til at lesa nýggjastu veðurtíðindini her á www.in.fo