Óvæntað finaluúrslit í US Open

Tey flestu væntaðu, at amerikanska Serena Williams fór at vinna finaluna í ársins US Open ímóti avstralsku Samantha Stosur. Undan kappingini hevði tann 29 ára gamla Williams vunnið ikki færri enn 13 Grand Slam-kappingar. Harafturímóti hevði tann 27 ára gamla Stosur ongantíð vunnið eina Grand Slam.

 

Men í finaluni í gjárkvøldið var Samantha Stosur omaná og tað so ruddiliga. Hon vann dystin 6-2, 6-3.

 

Serena Williams, sum sendi Caroline Woaniacki út í hálvfinaluni, var sum ein skuggi av sær sjálvum í gjárkvøldið. Samantha Stosur var sera hinvegin ágangandi og vísti stundum gott spæl.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 1973, at ein kvinna úr Avstralia vinnur US Open og samstundis fyrstu ferð síðani 1980, at ein avstralsk kvinna vinnur eina Grand Slam-kapping.