Vænta fimm trolbátar í morgin

Fiskamarknaður Føroya plagar at gera sínar metingar um tilfeingi í vikuni sum kemur. Tað hevur marknaðurin eisini gjørt fyri komandi viku.

Um línuskipini verður sagt, at eitt línuskip er farið út aftur, og væntandi fara onkur avstað fyrst í vikuni sum kemur. Hesi skip koma neyvan inn aftur at landa í komandi viku.

Fiskamarknaður Føroya vísir á, at streymurin er góður, og veðrið sær út at blíva gott. Tí kann roknast við eitt sindur av útróðrarfiski.

Um djúpvatnstrolararnar sigur marknaðurin, at allir fiska ella fara at fiska makrel, so her er eingin ísfiskur í væntu til marknaðin at selja.

Partrolararnir hava smáligan fiskiskap. Skipini, sum fiska upsa, koma inn gjøgnum vikuna. Eisini her eru fleiri skip á makrelveiði.

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at teir eru allir til fiskiskap - uttan ein, sum liggur við breki. Tríggir bátar royna uttan fyri markið, og hinir eru á landleiðini. Marknaðurin væntar, at fimm trolbátar koma inn at landa mánadagin, og hinir koma, sum vikan gongur.

Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska havtasku og landa væntandi miðskeiðis í vikuni sum kemur.