Fiskamarknaður Føroya ger uppundir endan av vikuni sínar metingar um tilfeingi í vikuni sum kemur. Tað hevur marknaðurin eisini gjørt fyri hesa vikuna.
Um línuskipini verður sagt, at eitt línuskip er farið út aftur, og væntandi fara nøkur avstað hesa vikuna. Men hesi skip koma neyvan inn aftur at landa í hesi vikuni.
Streymurin er góður, og veðrið sær út at blíva gott. Tí kann eisini roknast við eitt sindur av útróðrarfiski.
Fleiri fiska makrel
Um djúpvatnstrolararnar sigur marknaðurin, at allir fiska ella fara at fiska makrel, so her er eingin ísfiskur í væntu til marknaðin at selja.
Partrolararnir hava smáligan fiskiskap. Skipini, sum fiska upsa, koma inn gjøgnum vikuna. Eisini her eru fleiri skip á makrelveiði.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at teir eru allir til fiskiskap - uttan ein, sum liggur við breki. Tríggir bátar royna uttan fyri markið, og hinir eru á landleiðini. Marknaðurin væntar, at fimm trolbátar koma inn at landa mánadagin, og hinir koma, sum vikan gongur.
Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska havtasku og landa væntandi miðskeiðis í hesi vikuni.