Vænta fýra línuskip í næstu viku

Streymurin verður góður, og veðurútlitini eru hampilig. Tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

- Tað verða ikki nógv línuskip, sum koma inn at landa í næstu viku. Eitt skip kemur mánadagin, og hetta skipið hevur mest av longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini tvey línuskip seinni í vikuni, og hesi hava mest av toski og hýsu.

 

- Fleiri línuskip eru nýliga byrjaði túr. Nøkur fara út um vikuskiftið og koma tí neyvan inn aftur at landa í næstu viku. Sum heild er veiðan hjá línuskipum toskur, hýsa, longa og brosma.  

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.