Fiskamarknaður Føroya roknar við einum ella tveimum línuskipum í næstu viku. Annað skipið roynir undir Føroyum, hitt undir Íslandi.
Streymurin verður hampiligur, og tí væntar marknaðurin nakað av útróðrarfiski, um veðrið verður til vildar.
Djúpvatnstrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa, men fiskiskapurin er sum heild smáligur.
Fiskamarknaður Føroya vísir á, at seks partrolarar - ella trý pør - fiska gulllaks, meðan hinir fiska upsa. Fiskiskapurin hjá partrolaranum, sum fiska upsa, er smáligur.
Í dag lógu allir trolbátarnir við bryggju, men sum skilst, ætlar onkur sær kanska út í vikuskiftinum.
Mikudagin væntar Fiskamarknaður Føroya tvey garnaskip inn at landa. Annar fiskar havtasku, hin svartkalva.