Fleiri línuskip eru til fiskiskap. Flestu eru undir Íslandi, tvey eru á djúpum vatni undir Føroyum, og eitt skip roynir eftir toski og hýsu undir Føroyum.
- Vit vænta eitt línuskip mánadagin við blálongu og eitt, sum kemur við toski og hýsu. Seinni í vikuni koma helst onkur línuskip undan Íslandi.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður í vikuni, og veðrið sær út til at gerast hampiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.
Teir partrolarar, sum fiska upsa, koma inn, sum vikan gongur, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.
Trý pør - ella seks skip - eru á gulllaksaveiði.
Nakrir djúpvatnstrolarar eru farnir á Flemmish Kap at fiska tosk. Nakrir frysta fiskin umborð, aðrir ísa.
Aðrir djúpvatnstrolar fiska undir Føroyum.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap, ein var vestanfyri, meðan hinir báðir vóru norðanfyri.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og í morgin kemur annað skipið - ella kanska bæði - inn at landa. Tvey garnaskip eru til fiskiskap og frysta veiðina umborð. Annað fiskar svartkalva, hitt fiskar havtasku.