Vænta eitt gott ferðavinnuár í Suðuroy

- Vit arbeiða fram ímóti, at hetta verður eitt gott ár í ferðavinnuhøpi, og vónirnar um árið eru góðar, sigur kunningarleiðarin hjá Vágs kommunu.

 

 

- Vit arbeiða fram ímóti, at hetta verður eitt gott ár í ferðavinnuhøpi her suðuri, og vónirnar um árið eru góðar - við ella uttan útlendsk ferðafólk, sigur kunningarleiðarin hjá Vágs kommunu, Magnus Pauli West, sum vísir á, at sum er hoyrist lítið og einki til útlendingar í ferðavinnuhøpi yvirhøvur í løtuni. 

- Eg vil heldur siga, at tað er steindeytt, og vit fáa ikki ein veruligan fyrispurning úr útlandinum. Men, hetta ger kortini ikki, at ferðavinnan í Suðuroy fellur í fátt. Eg haldi, vit eru samd um, at vit í Vági høvdu okkara besta ferðavinnuár í fjør nakrantíð.

Magnus Pauli West sigur, at tey í Vági høvdu so nógv føroysk ferðafólk, sum ongantíð áður. Føroyingar eru góð ferðafólk, sum eisini leggja pengar eftir seg, eitt nú á hotellum, gistingarhúsum, matstovum og í handlum. 

Kunningarleiðarin sigur, at føroyskar familjur, sum leitaðu sær í Suðuroynna at halda frí í fjør, gjørdu allan munin og skaptu veruliga ein tørv á veitingum í oynni. - Vit arbeiða fram ímóti, at hetta verður eitt gott ár í ferðavinnuhøpi, og vónirnar um árið eru góðar - við ella uttan útlendsk ferðafólk, sigur hann.

Magnus Pauli West vísir á, at í Suðuroy verður stór svimjikapping í apríl, SuSvim Open, her verður dansibandsfestivalur, sum varð avlýstur í fjør, og í august verður aftur Faroe Islands Handball Cup, sum í januar í ár varð kosið at vera Ársins Ítróttarátak 2020.   

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í sølubúðirnar í gjár, verður skift orð við nakrar kunningarstovur kring landið um vónirnar fyri 2021 í ferðavinnuhøpi.

##med2##