TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið sum Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Trónd Kragesteen hjá Neistanum og Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli í SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Klokkan 16 spæla Neistin og Kyndil steypafinalu í Faxe Kondi kappingini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Neistin og Kyndil hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum hetta kappingarárið. Tey hava vunnið ein dyst í part, og ein er endaður við javnleiki. Allir dystirnir eru avgjørdir í tí seinasta minuttinum.
Tróndur Kragesteen og Tummas Pauli Hanusarson staðfesta báðir, at tað verður aftur talan um ein harðan og javnan dyst, har tað verður lítið sum skilur partarnar tá samanum kemur. Tróndur tippar enntá longda leiktíð, har Neistin so knógvar ein sigur heim.