Vænta eina avgerð klokkan 22

Nevningarnir sita enn og votera í sakarmálinum móti 33 ára gamla kroatanum.

Tey átta konufólkini og fýra menninir skulu taka støðu til seks viðurskifti við sviki við einum stolnum visakorti, men tann álvarsama ákæran er sjálvandi um drápið á Pidda.

Minst átta av nevningunum skulu verða fyri í avgerðini um skuldarspurningin í teimum sjey ákærunum. Eru teir ikki tað í høvuðsheitinum, skulu teir svara 54 undirspurningum. Hetta er galdandi í málinum um svik við visakortinum.

Somuleiðis skulu minst átta nevningar vera fyri í skuldarspurninginum um drápið á Pidda Hansen.

Roknað verður nú við, at nevningarnir eru klárir at svara upp á skuldarspurningin í teimum sjey viðurskiftunum klokkan 22 í kvøld.

Portalurin fylgir málinum.