Bátastevnan hevur stóran áhuga millum vestmenningar, og hetta sæst eisini aftur í, hvussu lætt tað er at fáa fólk at hjálpa til við fyrireikingunum. Í gjárkvøldið og síðstu nátt hava menn lagt bátabrúgvarnar út í hylin í Vestmanna.
Jónfinn Egilsnes, sum stendur fyri øllum tí sum hoyrir til brúgvarnar, streymi til bátarnar og tí, sum skal til við bryggjukantin, sigur, at tað stendur ikki á at fáa fólk at hjálpa til við fyrireikingunum.
- Bátastevnan hevur stóran áhuga millum vestmenningar, og hetta sæst aftur í, hvussu lætt tað er at fáa fólk til tær mongu uppgávurnar, sum skulu knýta alt tiltakið saman í eina eind.
Hann sigur, at nógvir bátar hava umbiði sær pláss, og tað frættist, at nógvir bátar úr øllum landinum ætla sær at koma.
- Bátastevnan í Vestmanna plagar at savna ein hóp av bátum og bátafólki, og tá stevnt verður av Fútakletti og inn á Vestmanna leygardagin, er hetta ein sera hátíðarlig og hugtakandi løta, sigur Jónfinn Egilsnes.
Hópur av tiltøkum eru á skránni í Vestmanna, nú bátastevnan stundar til.
Bátabrúgvar, streymur til bátarnar og tað, sum har til hoyrir, er nú klárt til stóra árliga tiltakið í Vestmanna.










