Politiska andstøðan á Haiti sýtti fyri at góðtaka friðarætlanina, sum USA, ES og onnur lond høvdu lagt fram. Sambært henni skuldi tann umstríddi forsetin, Jean Bertrand Aristide, varðveita ein part av sínum valdi, og tað góðtekur andstøðan ikki. Hann skal heilt einfalt burtur frá øllum valdi, er kravið hjá andstøðuni og uppreistrarmonnum hennara.
Meðan diplomatar royndu at fáa semju ímillum partarnar, tóku uppreistrarmenninir seg fram. Fyrradagin tóku teir býin Port-de-Paix, og síðani sunnudagin hava teir havt valdið í landsins næststørsta býi Cap Haitien.
Guy Philippe, uppreistrarleiðari, hevur lovað, at menn hansara fara eisini at taka høvuðsstaðin Port-au-Prince. Í gjár fyrireikaðu fólk har seg til, at býurin verður álopin, og sivilfólkið í býnum óttast eitt rættiligt blóðbað, tá bardagarnir um býin bresta á.
Tað er ógreitt, hvussu mong fólk hava latið lív, síðani uppreisturin á Haiti byrjaði tann 5. februar.