Seinnu hálva av triðja umfari í bólkaspælinum í Champions League verður í kvøld. Millum dystirnar í kvøld er dysturin á Anfield millum Liverpool og Reyðu Stjørnu úr Serbia. Í tí sambandi eru nógv løgreglufólk á gøtunum í enska býnum.
Les eisini: Ronaldo sigraði á Old Trafford
UEFA hevur givið Reyðu Stjørnu forboð, at hava áskoðarar við til dystin, eftir at tað bleiv rokaligt í undankappingardystinum móti Red Bull Salzburg. Hóast tað teir eisini høvdu forboð við at møta til dystin á útivølli móti PSG, so vóru yvir túsund áskoðarar hjá Reyðu Stjørnu á leikvøllinum til dystin í París.
Liverpool boðar nú frá, at eyka trygdarlið og løgreglufólk eru á gøtunum og rundan um Anfield í kvøld. Mett verður, at fleiri fjeppara hjá serbiska felagnum, fara at royna at sleppa inn til dystin. Tveir dystir byrja klokkan 17.55, meðan hinir byrja klokkan 19.45.
Bólkur A:
Club Brugge – Monaco (17.55)
Borussia Dortmund (20.00)
Bólkur B:
PSV – Tottenham (17.55)
Barcelona – Inter Milan (20.00)
Bólkur C:
Liverpool – Reyða Stjørna (20.00)
PSG – Napoli (20.00)
Bólkur D:
Galatasaray – Schalke 04 (20.00)
Lokomotiv Moskva – FC Porto (20.00)