Tá fremsta mansliðið hjá Kyndli ferð á vøllin í dag, verður tað við einum fyri eygað, at vinna!
Uni Wardum, sum hetta kappingarárið hevur havt ábyrgdarstarvið sum liðformaður, sigur við Sosialin, at tað als ikki ber til at tosað um favorittar í slíkum dysti, men kortini væntar hann, at teir vinna dystin móti grannunum úr Neistanum.
-Gott nokk hava vit tapt tríggjar ferðir móti Neistanum í ár, harav talan í einum føri var um stórtap, men fyri okkum er talan um týdningarmesta dystin í árinum, sigur Uni. Víðari sigur hann, at leikararnir eru sera væl fyrireikaðir til dystin, og síðani seinnu hálvfinaluna móti VÍF, hevur finaludysturin verið fremst í hugaheiminum hjá leikarunum.
Hetta kom eisini týðuliga til sjóndar í Vestmanna mikukvøldið, tá Kyndil var heilt nær við at tapa landskappingardystin móti KÍF, sum liggur niðast á stigatalvuni.
Liðformaðurin sigur, at hjá teimum er tað alt ella einki. Hann heldur sjálvur, at møguleikarnir fyri meistaraheitinum mest sum eru foknir, tí munurin upp til trý tey ovastu liðini er vorðin ov stórur. Tá er tað øðrvísi hjá Neistanum, tí teir hava hóast alt meistaraheitið at spæla fyri, um tað skuldi kiksa í finaluni.
Fyrr hevur Uni verið við til at vunnið steypakappingina tvær ferðir, men tær ferðirnar var tað í bláa neistabúnanum. At mótstøðuliðið í finaluni júst er fyrrverandi felagið, heldur Uni tó ikki hevur nakað serligt at siga, tí í slíkum dystum ber als ikki til at hugsa um kenslurnar.
Kyndilsliðið hevur seinastu tíðina havt onkrar skaðar at dragast við, men væntandi verða allir leikarar klárir til dystin í dag. Hannis Wardum hevur verið skaddur eina tíð, og var fyri fyrstu ferð á vøllinum aftur mikukvøldið, Eisini var Regin Petersen at síggja í tí dystinum, eftir at hann í seinnu hálvfinaluni móti vestmenningum fekk bæði pentur og heilaskjálvta. Lars Winther hevur eisini havt onkran lítlan skaða, og kundi ikki luttaka í venjingini hóskvøldið, men væntandi verður hann eisini klárur, tá dysturin verður settur í gongd.