Nationalbankin fer at seta rentuna niður, tá ið valutagoymslan er økt við 10-15 milliardum. Tað kann verða longu í desember, siga serfrøðingar. Tað er ikki óhugsandi, at tann danski Nationalbankin fer at minka rentuna, og harvið minka um munin millum donsku- og eurorentuna, longu í desember. Tað sigur serfrøðingurin, Anders Matzen, í Nordea.
- Í hesari vikuni eru nógv tiltøk gjørd, sum eiga at føra til rentulækking í euroøkinum. Tá ið rentan fellur í euroøkinum, er sannlíkt at Nationalbankin eisini minkar um rentuna, fyri at fylgja ECB. Men tað krevur, at valutagoymslurnar aftur økjast. Um hugt verður eftir søguligu gongdini, so skulu valutagoymslurnar helst økjast við 10-15 milliardum fyri at rentan skal falla aftur, sigur Anders Matzen.
Danska rentan er í dag 5,00 prosent - tað er 1,25 prosent hægri enn eurorentan
Fíggjarstøðan í Europa er batnað, eftir øll stats-veðhaldini, sum eru givin bankunum. Tey hava ikki gildi, fyrrenn tey eru samtykt av londunum, men tað verður helst skjótt. Eisini hevur Europeiski Centralbankin (ECB) sett tiltøk í verk, sum skulu hjálpa bankunum at koma aftur á kós.
Mítt besta boð er, at vit um tvær ella tríggjar vikur fara at síggja broytingar, sigur Anders Matzen.










