Vænta at frætta nakað gott

Fundurin var sera góður.

Tað sigur Tórun Poulsen, sum saman við øðrum var á fundi í gjár við Anniku Olsen,landsstýriskvinnu í almannamálum.

Fundurin snúði seg um, at Almannaverkið er farið at flyta menningartarnað fólk úr einum sambýli í Havn. Menningartarnaðu fólkini hava búð saman í yvir 30 ár og eru hørm um at verða skild sundur.

Tey avvarðandi átala eisini, at tey ikki eru eftirspurd.

Á fundinum fingu tey at vita, at landsstýriskvinnan fer at seta seg nærri inn í málið fyri at kunna síggja tað frá øllum síðum.

- Tað ráddi ein positivur andi á fundinum, og Annika Olsen vísi stórt forstáilsi. Vit ru spent eftir at frætta aftur og vit verða vónsvikin, um ikki okkurt gott spyrst burturúr, sigur Tórun Poulsen.