Vænta at Fólkaheilsurenningin setir met

Nógv bendir á, at stóra Fólkaheilsurenningin í ár fer at seta nýtt met. Fyrireikararnir fegnast um, at longu í morgun høvdu 500 fólk í øllum aldri meldað seg til renningina um vikuskiftið - Veðurfrøðingar boða frá allar fagrasta veðrið í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið, so óiva leggjast heilt nógv fólk aftrat, siga fyrireikararnir.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

Klaksvík leygardagin 6. september við Badmintonhøllina

13.00 Tilmelding og útflýggjan av starnummur og endurskinsvestum

13.50 Felags upphiting og stutt kunning um rutuna

14.00 Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, setur renningina

15.30 Lutakast ? Øll, ið luttaka, eru við í lutakasti um góðar vinningar

Túrurin

Uttan mun til, um tú velur at renna 2 ella 5 kilometrar verður byrjað og enda við Badmintonhøllina. Øll renna oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og úteftir. Tey sum renna styttra teinin venda á Gravarbø, meðan tey sum renna longra teinin venda úti á Skarðhamri. Á veg heimaftur verður snarað oman eftir Mækjuvegnum, síðani niðan til Bøgøtu og oman aftur til Badmintonhøllina. Túrurin er væl merktur allan vegin.

Tórshavn sunnudagin 7. september við SMS

12.00 Tilmelding og útflýggjan av starnummur og endurskinsvestum

12.45 Heðin Mortensen sigur nøkur orð

12.50 Felags upphiting og stutt kunning um rutuna

13.00 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setur renningina

14.30 Lutakast ? Øll, ið luttaka, eru við í lutakasti um góðar vinningar

Túrurin

Uttan mun til hvønn tein tú velur at renna verður byrjað og endað við SMS. Leiðin gongur oman gjøgnum miðbýin, framvið Kongabrúnni og út móti Skansanum. Við rundkoyringina við Skansan fara tey, ið ætla sær styttra teinin, til vinstru niðan eftir Jonas Broncks gøtu og R.C. Effersøes gøtu til SMS. Tey, ið ætla sær longra teinin venda til høgru við rundkoyringina og fara eftir Ringvegnum niðan framvið Norðurlandahúsið, oman Áargeil, framvið Badmintonhøllina, síðan út á R.C. Effersøes gøtu og oman í SMS. Túrurin er væl merktur allan vegin.