Sølan av Posta fer at geva landskassanum minst 100 millónir krónur. Tað fortaldi Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini, fyri Løgtinginum seinnapartin í gjár
Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár og í hesum samandi hevur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ført fram, at á fleiri økjum hevur landsstýri sett alt ov smá tøl á fíggjarlógina fyri at fáa úrslitið betri og á øðrum økjum eru inntøkurnar yvirmettar.
Men aftur ímóti staðfesti Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna og Fíggjarnevndini, at samgongan hevur heldur ikki sett stórar inntøkur á fíggjarlógina, hóast tey vita, at tær fara at koma. Eitt nú vísir hon á, at ætlanin er at selja Posta, og tað hevur Løgtingið eisini samtykt, tó at tað skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.
Og hon vísir á, at ætlanin er at fáa minst 100 milliónir fyri Posta, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nevnir eisini 150 milliónir.
Annars hava tinglimir í andstøðuna ávara um, at tað eru so nógvar treytir við søluni, at tað fer at fáa avleiðingar fyri prísin. Eitt nú skulu tað bara vera føroysk feløg, sum kunnu bjóða upp á Posta, og tað merkir, at tey flestu flutningsfyritøkurnar í landinum kunnu ikki bjóða, tí tær hava útlendskar pengar í sær.
Men Poul Michelsen, landsstýrismaður vísir hesum aftur, hann sigur, at talan skal vera um eitt felag, sum er skrásett í Føroyum og tí kunnu feløg, sum eru skrásett í Føroyum, bjóða upp á Posta, hóast útlendskur pengar eisini eru í teimum.