Embætismenninir, sum ikki vilja verða nevndir við navni, siga við blaðið The Times í dag, at teir stúra fyri, at Bush fer at brúka hermegi fyri at gera enda á iransku ætlanunum á kjarnorkuøkinum.
-Hann ætlar sær ikki at lata eftirmannin í Hvítu Húsunum loysa ósemjuna við Iran, sigur ein av embætismonnunum.
Viðmerkingarnar hjá embætismonnunum koma dagin eftir, at Tony Blair, forsætisráðharri legði dent á, at Vesturheimurin hevur ongar ætlanir um at brúka hermegi ímóti Iran.
-Iran er ikki Irak. Mær kunnugt er tað eingin, sum leggur ætlanir um at leypa á Iran, segði Blair við BBC í gjár.
Altjóða kjarnorkueftirlitið IAEA boðaði mánadagin frá, at Iran hevur ikki gjørt eftir krøvunum frá ST um at gevast við arbeiðinum at ríka uran, og sama dag hittust umboð fyri tey føstu limalondini í ST-trygdarráðnum og Týskland á fundi í London at fyrireika næsta stig ímóti stýrinum í Teheran.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, segði í gjár, at stórveldini í Vesturheiminum fara gera tað, sum er neyðugt, fyri at fáa iranska stýrið at broyta støðu. USA, Bretland og Frakland vilja hava ST at seta strong tiltøk í verk ímóti Iran, Týskland vil heldur halda á við samráðingum, og Russland og Kina sýta fyri at taka støðu enn.
Sambært bretska blaðnum The Guardian hevur IAEA fingið fregnartænastuupplýsingar úr USA, men tær vístu seg ikki at vera eftirfarandi. Eitt nú skal IAEA hava fingið ymsar upplýsingar um ymisk ólóglig vápn, men kanningar vístu, at upplýsingarnar vóru ikki rættar, skrivar blaðið.