Hondbóltur
Tað var einki stórvegis roks, tá Kyndil vitjaði VB um vikuskiftið. Sum eitt av liðunum, sum stríðast um FM-gullið, so varð roknað við, at VB ikki skuldu hava stórvegis trupulleikar av botnliðnum, Kyndli, og hesin spádómur vísti seg eisini at halda.
Eftir eina byrjan, har VB hevði yvirtakið, uttan tó at hótta við beinleiðis sorli, so fekk VB veruliga gongd á seinastu løtuna undan steðginum. Støaðn broyttist tá frá 11-8 til 17-10, og í seinna hálvleiki helt liðið bara fram í sama spori.
Spurningurin tóktist einamest at vera, hvussu stórur sigurin hjá VB skuldi verða, og ivaleyst høvdu leikararnir avtalað undan dystinum, at hann skuldi verða so stórur sum gjørligt. Við verandi tættleika í oddastríðnum er kanska ikki heilt óhugsandi, at oddastríðið verður avgjørt við málmuninum, og í so mata stendur VB nú heilt væl í tí. Spurningurin er, hvørt teir eisini megna at savna nóg nógv stig saman.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil (36-18)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 12(3), Rannvá Augustinussen 8, Aukse Vysniaskaite 5, Gurið Mortensen 4, Margreth Augustinussen 2, Arnleyg Hjelm 2, Eyðdis Kjærbo 1, Leila Jespersen 1, Sólrun Krosslá 1
Kyndil: Ann-Mari Wang 6, Randi Wardum 5, Annika Thomsen 3, Linda Weihe 2, Ingrid Petersen 1, Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VB 5
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Mortensen.