Mikudagin í næstu viku, 9. mai verður ein sonevndur 1-1-2 DAGUR hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.
Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.
Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðsbørnini, sum fara í skúla í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.
Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.
Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikabólkurin 1448 fer at framføra fyri børnunum.
Væntandi verða umleið 350 børn og vaksin til 1-1-2 dagin.