Vænta 1000 fólk á Nabb

Grønlendska hondbóltslandsliðið kom til landið mánadagin, og hevur síðan tá vant upp til dystin ímóti Føroyum, sum verður leiktur í Høllini á Nabb í kvøld kl.19.

Fyriskipararnir av dystinum siga við sermitsiaq.gl, at hóast dysturin verður vístur beinleiðis í føroyska sjónvarpinum, vænta teir fullsetta høll og 1000 áskoðarar til dystin í kvøld.

 

Grønland hevur bara 10 leikarar við í hópinum til dystin í kvøld, og teir eru hesir:

 

Jens Bang, Nuuk

Angutimmarik Kreutzmann, Odder

Danny Brandt, GSS

Rasmus Larsen, Otterup

Andreas Lorentzen, Silkeborg-Voel

Milo Rosing, Silkeborg-Voel

Akutaaneq Kreutzmann, Silkeborg-Voel

Muusa Ostermann Søholm, Silkeborg-Voel

Jakob Larsen, GOG

Minik Dahl-Høegh, GOG