Vænta 1000 fólk í Marghøllini finaludagin

Finalan í skúlafótbólti verður 2. mai

Í vetur hava føroyskir skúlar kappast í skúlafótbólti. Hetta er farið fram í Marghøllini í Vági, oftast mikudagar, har ikki hevur verið óvanligt, at fleiri hundrað børn hava verið savnað.

 

 

Í gjár kappaðust 7. flokkar, og vóru millum 300 og 400 næmingar savnaðir í Marghølini. Umframt ferðina til Suðuroyar, og kapping í Marghøllini, so hava næmingar t.d. eisini havt møguleika at hugnað sær í Pálshøll, ið bjóðar langhyl, hitapottar og annað.

 

 

Tann 2. mai verður finalan í Skúlafótbólti, og fyrireikararnir siga seg vænta eini 1000 fólk í Marghøllini henda dagin.

 

 

Fleiri enn 60 lið fara at spæla finalur í øllum árgangum frá 1. flokki til miðnámsskúlar - bólkaði í dreingir, gentur og blandað lið.