Liðformaðurin hjá NSÍ, Óli Hansen, staðfesti eftir ósigurin leygardagin, at NSÍ var revsað upp á sama máta, sum liðið higartil hevur revsað onnur.
– Nú hava vit roynt at staðið í øvugtu støðuni einar tvær ferðir í ár, so líka stuttligt sum tað hevur verið, líka keðiligt er tað at vera tapandi parturin, sigur Óli Hansen, sum allarsíðstu løtuna sjálvur fór úr verjuni fram í álopið fyri at fáa útjavnandi málið.
Hann heldur, at talan var um ein fínan dyst, har NSÍ spældi góðan fótbólt til tíðir, men at størsti trupulleikin hjá liðnum er, at ov nógv mál fara inn fyri tíðina.
– At vit tapa fyrsta dystin í ár, er ikki nakað, vit skulu taka fyri meira enn tað er, tí kappingin er so ung enn. Nú skulu vit koma víðari og síggja fram til næsta dyst, sigur Óli Hansen.