Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Góðu Fuglfirðingar!
Grundleggjandi politikkurin hjá okkum á borgara-listunum hevur verðið og vil framhaldandi verða, at veita vinnuni so góðar umstøður og karmar sum gjørligt, so hon megnar at halda uppi eitt høgt livi- og vælferðarstøði fyri allar borgarar.
Henda staðfesting og sannføring bar við sær eitt sera tætt samskifti og samstarv við vinnuumhvørvi í býnum. Avrátt var frá byrjan, at hava regluligar so-kallaðar óformellar fundir ímillum vinnuna og býráðið.
Hesir fundir hava verðið sera vælumtóktir av teimum uml. 20 virkjum/fyri-tøkum ið hava luttikið.
At tað er neyðugt at taka lógvatak saman, fyri at varveita og økja um tey uml. 600 arbeiðsplássini sum eru í kommunini, er ongin yvi um.
Til hetta krevst ikki bert ein góður vilji frá komm-ununar síðu, men eisini førleiki og evnir at styra. Úrslitini tala fyri seg og vil eg nevna nøkur dømi.
Dømi 1.
Hagtølini vísa at Fuglafjarðar havn er ein av størstu uppskipingarhavnum av fiski og fiskavørum í Evropa. Í fjør vóru uppskipaði 350.000 tons av ráfiski og frystum fiska-vørum. Um olja o.a. verður lagt afturat kemur samlaða nøgdin av uppskipaðum vørum upp á 415.000 tons.
Avskipaði vóru 85.000 tons av fiskamjøli, lýsi, alifóðuri, frystum vørum og olju. Tað vil siga, at heili 500.000 tons fóru um kajkantin í 2003.
Hetta stóra virksemi setur sera stór krøv til havnalagið og eru nýttar uml. 35 mió. kr. til íløgur og rakstur tey seinastu 4 árini. Umframt hettar kem-ur mjølkajin sum Havsbrún hevur bygt (uml. 10 mió.).
Dømi 2.
Í samband við virksemi hjá Bergfrost, hava teir bygt ein virkisbygning. Hesin bygningur hevði ikki veri bygd-ur um kommunan ikki hevði avgjørt at byggja eina marknaðareftirlitstøð (BIB-støð). Ein tílikt støð kann nýtast av øllum, men er serliga hent tá tað ræður um triðjalanda fisk. Bert tvær aðrar BIB-støðir eru í Føroyum.
Dømi 3.
Timburhandilin á Kambsdali byggir í løtuni nýggjan handilsbygning á ídnaðar-økinum á Kambsdali. Hes-in hevði ikki komið her uttan kommunan keypti gamla bygningin og lendið (12000 kvadratmetrar).
Ætlanin er at nýta bygn-ing og lendið til al-mennyttug endamál, so sum næmingaheim o.a.
Dømi 4.
Timburhandilin í Fuglafirði ætlar eisini at byggja og í tí sambandi stóð Piddasahandil/Ribarhús fyri falli. Kommunan av-gjørdi at keypa Piddasahandil og harvið verður ein tann mest varðveitingar verdugi og siðsøguligi bygningur varðveittur. Bygningurin kann nú halda áframm at verða karmur um eitt fjølbroytt og mentunarligt virksemi, trivnað-inum í býinum at bata.
Timburhandilin kann nú byggja sín nýggja hand-ils-bygning har í nánd.
Dømi 5.
Í samband við breiðkan av vegnum frá Gjógvará til Havnalagið hevði kommunan ætlanir um at seta pening av á fíggjarættlanini fyri 2005, til keyp av bakarínum (Breymolin) til niðurrívingar. Men bakaríið kom í fíggjarligar trupul-leikar í fjør summar og óttin fyri at bakaraútgerðin var flutt úr bygdini var ítøkiligur. Kommunan framskundaði keypið og fekk bygningin fyri ein sámuligan prís. Bakarin leigar nú til annað pláss er funnið at býggja nýtt á.
Nóg mikið á hesum sinni, men omanfyrinevndu dømir vísa, at sitandi byráð hevur ført ein miðvísan og virknan vinnulívspolitikk og hevur harvið tryggja borgarnum eina fram-haldandi góða tænastu, samstundis sum nógv góð arbeiðspláss eru varðveitt.
Sum útlitini eru, verður tað óivað størsta avbjóðingin hjá nýggja býráðnum at røkja tann leiklutin sum nátturliga er kommununar partur. Tað er at skapa karmar, umstøður og loysnir, soleiðis at vinnan verður eggja til at varðveita og skapa nýtt virksemi í kommununi. Hetta er lívsneyðugt.