IFS, sum fyri fáum vikum síðani væntaði yvirskot hjá Eik Banka, hevur í nýggjastu greining síni lækka vónirnar um úrslitið við 156 milliónum. IFS hevur gjørt avtalu við Virðisbrævamarknað Føroya um at greina tær fýra føroysku fyritøkurnar, sum í løtuni eru listaðar á VMF.
Millum hesar er Eik, sum í farnu viku kunngjørdi ein hálvársroknskap, sum sýndi eitt munandi størri hall enn tað, sum IFS hevði mett.
Í viðmerking til hálvársroknskapin sigur IFS, at orsøkin til skeivu metingina fyrst og fremst eru øktar avsetingar. Serliga í Danmark, har Eik millum annað hevur sett 40 milliónir av ímóti tapi upp á EBH-grunnin.
IFS metir, at tað er serliga trupult at meta um vandan fyri avsetingum hjá Eik í Danmark.
Í seinastu greiningini av Eik metti IFS, at ársúrslitið hjá bankanum fór at liggja um tær 56 milliónirnar í yvirskoti. Nú sigur metingin eitt hall upp 100 milliónir krónur, og er hetta nakað verri enn tað, sum bankaleiðslan segði seg meta, tá roknskapurin varð lagdur fram. Tá varð sagt, at roknað verður við einum tapi, sum verður millum 25 og 75 milliónir krónur.