Vónirnar halda stikk í Føroya Banka

Føroya Banki boðaði fyrr í ár frá, at bankin væntar eitt avlop á einar 165 til 195 milliónir. Við einum hálvársavlopi á næstan 90 milliónir krónur, sær út til, at vánirnar halda. Hetta er øðrvísi enn nógvir aðrir bankar

Í morgun legði Føroya Banki hálvársroknskapin fram. Úrslitið vísir eitt avlop á umleið 88 milliónir krónur fyri skatt. Hetta er ein stór framgongd, um hugsað verður um fyrra hálvár í fjør, tá eitt hall var á 55 milliónir krónur.

Soleiðis, sum tað sær út í dag, megnar bankin vánirnar hjá sær, sum fyrr í ár vórðu settar til okkurt ímillum 165 til 195 milliónir krónur.

Somuleiðis kann staðfestast, at bankin nú hevur eina eginogn á næstan 1,6 milliardir krónur, og solvensturin hjá bankanum er 25 prosent, tá bankapakki 2 er taldur við.

Bankin hevur eitt gjaldføri, sum nú er 197 prosent omanfyri lógarkravið.


Nógvar rentuinntøkur

Í høvuðsheitum stavar avlopið fyrra hálvár í ár frá rentuinntøkum, sum eru vaksnar heilt nógv síðan í fjør. Tær eru nevniliga farnar frá 151 milliónum krónum upp um 200 milliónir krónur.

Í hinum endanum eru tap og burturleggingar, sum eru umleið 56 milliónir krónur í ár, og tað er meira, enn tað hevur verið seinastu árini.

Fyri at minkað um tapsvandan hevur bankin somuleiðis roynt at spjaða váðan so nógv sum gjørligt, og hetta verður millum annað gjørt við at hava størstu útlánini so lítil sum møguligt, samstundis sum bankin hevur fokuserað minni upp á fiskivinnu, enn hann hevur gjørt.


Hækkaður marginalur

Í fjør hækkaðu bankarnir rentumarginalin, munurin millum innláns- og útlánsrentu verður størri, og bankin fær meiri pening, við tí grundgeving, at bankapakkarnir kosta so nógv, at hetta vigar ímóti teimum útreiðslunum.

Hetta metir bankin framvegis, so kundin skal ikki vænta nakað har.

- Vit rinda nógv fyri bankapakkarnar, og tað er tað sama galdandi, sum í fjør, sigur Janus Petersen.


Danski marknaðurin

Føroya Banki hevur í eina tíð arbeitt við at koma á danska marknaðin, og hóast virksemið ikki er so nógv, so heldur bankin, at hann nokk ikki veksur nógv meira í Føroyum, og tí roynir bankin danska marknaðin.

- Vit halda danska marknaðin vera ein natúrligan marknað hjá okkum, tí vit eru longu við í øllum skipanunum. Vit fara somuleiðis at halda fast við politikkin hjá bankanum, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.


Keypa banka

Føroya Banki hevur gjørt av, at hann vil vera við í bankapakka 2. Hetta fer at økja solvensin hjá bankanum við umleið trimum prosentum.

- Vit halda ikki, at tað loysir seg at hava ein solvens á eini 25 prosent, so antin rinda vit út ella gera vit onkrar íløgur í Danmark, greiðir Janus Petersen frá.

Tað er mest líkt til, at hetta seinna verður veruleiki.

- Vit hava ligið framvið at keypa eina banka, men tað er ein spurningur um rættan banka og rættan prís, so onki hevur verið enn, men tað gongur tann vegin, sigur Janus Petersen.