Vónirnar eru góðar

Upptakt til steypafinaluna:

Sosialurin hevur hitt Sólrun Krosslá

Orðini omanfyri eigur liðskiparin á VB-liðnum, Sólrun Krosslá. Hon sigur at tær sjálvandi hava ætlanir um at vinna dystin, tí annars kann alt jú gera tað sama.

Syðsta hondbóltsfelagið í landinum hevur annars havt eitt sera misjavnt kappingarár, og sjálv er Sólrun ikki so væl nøgd við gongdina, sum hon hevur verið higartil.

Fleiri dystir hava tær verið sera nær við at vunnið, men aloftast eru hesir koppaðir til fyrimuns fyri mótstøðuliðið.

-Ja, vit hava verið eitt sindur ov stuttar í nøkrum dystum, og so høvdu vit eisini ein niðurtúr, har vit taptu fleiri dystir á rað, sigur Sólrun um kappingarárið higartil.

Dysturin í dag kann tó als ikki sammetast við teir, sum liðið hevur leikt í landskappingini, heldur Sólrun. Hetta kom eisini til sjóndar seinastu dystunum móti Neistanum, har tað var stórur munur á dystinum í landskappingini og teimum báðum hálvfinalunum.

Annars greiður Sólrun frá, at tær hava fyrireikað seg sum best har suðuri seinastu vikuna. Venjingin hevur so at siga verið hin sama, men tosið á vøllinum hevur so at siga bert verið um finaludystin. Skaðar er ikki talan um, so lítið er at ivast í, at tær koma norður til Havnar við fullari manning, og har umframt kemur Guðrun á Láabø eisin heim til dystin.

Víðari sigur Sólrun, at tær eru allar sera uppsettar til henda dystin, og eisini eru tað fleiri av viðhaldsfólkunum, sum hava tosað um at fara til Havnar ein túr, og so er at vóna, at tað er nakað um tosið.

Talan hevur tó ikki verið um beinleiðis fyrireikingar til nakra ferð, men liðskiparin vónar, at tað verða fleiri áskoðarar, sum leggja leiðina til Havnar saman við leikarunum. Heldur ikki er ókent, at tað er rættuliga fitt av suðringum, sum dagliga búleikast í Havnini, og munnu ikki fleiri av hesum eisini fara at leggja leiðina framvið Ítróttarhøllini á Hálsi í dag?