Kommunuskatturin, sum Vestmanna kommuna fekk í desember, var væl lægri enn sama mánað í 2011.
- Í desember 2012 fingu vit 2.696.070 krónur móti 2.911.557 krónum í desembur 2011. Hetta er ein minking 215.487 krónur, sum svarar til 7,40%.
Vestmanna kommuna sigur, at samlaða inntøkan av kommunuskattinum í 2012 gjørdist 33.844.248 krónur í mun til 33.819.880 krónur í 2011.
- Talan er tí samanlagt um ein lítlan vøkstur á 0,07% fyri alt árið í fjør.
Kommunan ásannar tó, at skattainntøkan í 2011 kortini var nakað størri, tí ymiskar reguleringar vórðu gjørdar. Tí gørdist endaliga talið í 2011 samanlagt 34.429.248 krónur.
- Í endurskoðaðu fíggjarætlanini mettu vit, at kommunuskatturin fyri 2012 fór at vera 35,6 miljónir krónur. Úrslitið gjørdist eitt sindur lakari, men vit eru kortini nøgd.
Vestmanna kommuna staðfestir, at árið 2012 endaði ikki sum ætlað, men tey vóna, at 2013 í so máta verður eitt munandi betri ár.










