Vónir og hagfrøði hjá føroyingum í donsku 1. deild

Liðkappingin í Danmark byrjar 15. novembur, og spennandi verður at fylgja gongdini hjá føroysku útisetunum í donsku elituni.
Í Sosialinum vera upptakstgreinir undan hvørjum dysti í vetur. Fyrsta upptaktin lýsir mótstøðuliðini, umframt vónir og mál hjá føroyska felagnum.

Upptakt

Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn, sum er talvfelag fyri føroyskir útisetar, bleiv stovnað 14. septembur 1984. Felagið hevur líka síðan stovnanina luttikið í donsku liðkappingini. Fyrstu tíggju árini vann felagið seg longur og longur upp í lokalu seriunum, fyri síðani í 1995 at rykkja upp í donsku 3. deild. Í triðju deild eru fimm bólkar við átta liðum í hvørjum bólki. Árini 1995-2003 hevur felagið havt lið í triðju og aðru deild, sum hevur tveir bólkar við átta liðum.
Seinasta kappingarár eydnaðist endiliga at røkka ovastu rók innan danska liðtelving, tá ið felagið rykti upp í donsku 1. deild, har ið bert átta feløg eru umboðaði.

Vónir og mál
Vónirnar til fyrst árið í ovastu deildini eru góðar. Seinasta ár tá ið felagið vann 2. deild, hevði felagið valt at styrkja seg við einum sterkum donskum altjóða meistara (IM), Nikolaj Borge, og tað vísti seg at geva bonus. Føroysku telvararnir og serliga John Arni Nilssen telvaðu eisini væl. Tó varð tað ikki ein tryggur sigur, liðið fekk í seinasta kappingarári. Seinasta umfar gjørdist sera spennandi, men loksins lógu føroyingarnir tíbetur ovast og ryktu upp í fremstu røð.
Málið fyri fyrsta árið í 1. deild, er stutt og greitt at halda seg í deildini. Til tess er liðið styrkt við norska stórmeistaranum Einar Gausel, sum er næsthægsti telvarin á norska styrkilistanum. Við norska ískoytinum, eigur at verða góðir møguleiki at halda seg uppi í 1. deild. Hvør veit, við sindur av viðvindi kunna føroyingarnir enda í topp trý. Møguleikin er als ikki heilt fjarur.
Føroyska liðið er styrkismett nr. 4 av teimum 8 liðunum. Atljóðu ratingtølini hjá føroyingunum og umboðunum á mótstøðuliðunum eru nýtt til samanberingar og útrokningar. Sjey umfør skula telvast, tískil er møguligt at vinna sær í mesta lagið 56 stig.

Tabel . Styrkismeting av liðunum í donsku 1. deild 2003/2004
Miðal ratingVæntað skoraVæntað skora %
1Helsinge2440,037,6867,3%
2Skolerne2415,435,6863,7%
3Brønshøj2353,330,3254,1%
4Føroyar2318,327,3648,9%
5K412283,124,1643,1%
6Århus2277,523,8442,6%
7SK682271,023,2841,6%
8Nørresundby2259,022,0839,4%


Vangamyndir av liðunum
Helsinge hevur vunnið danmarksmeistaraheitið seinastu trý árini. Liðið telur tveir stórmeistarar, Petur Heine Nielsen, ið eisini er hægst rataði danin, og Lars Schandorff. Men tað er í teirra sera sterku breidd, at teir gera seg galdandi ? ikki færri enn seks altjóða meistarar eru á liðnum hjá Helsinge. Tveir av IM?arunum eru sviar og koma neyvan at telva serliga nógv talv. Undir øllum umstøðum er Helsinge sera sterkt og má metast sum favorittar at endurvinna meistaraheitið. Telvararnir úr Helsinge hava úr 2626 og niður í 2354 í rating.
Næsta liðið er Skolerne úr Århus. Hetta er eisini eitt sera sterkt lið við seks IM?arum. Liðið kláraði seg sera væl síðsta kappingarár. Helsinge og Skolerne lógu javnir í stigum tá ið kappingin varð lokin, og tískil mátti umdystur til, sum Helsinge vann. Av tí at Helsinge meldaði avboð, umboðaði Skolerne Danmark við heiðurligum úrsliti í Europa Cup, sum bleiv leikt í septembur. Telvararnir hjá Skolerne hava 2510 og niður í 2375 í rating.
Liðið úr Brønshøj sær út til at liggja á einum tryggum triðja plássi eftir styrkismetingunum. Tvey tey ovastu borðini eru mannaði við GM Tiger Hillarp-Persson og IM Kim Pilgaard, sum báðir eru kendir í føroyskum talvhøpi. Brønshøj var eisini styrkismett sum nr. 3 seinasta ár, men bleiv bert nr. 4 við 26_ stigum. Orsøkin varð helst, at Tiger bert telvaði trý talv og sjálvt um hann fekk hálvttriðja stig, so varð allarhelst stórur saknur í honum tey umførini hann ikki leikti við. Liðið telur tveir stórmeistarar og tveir IM?arar. Telvarnir hava úr 2512 og niður í 2253 í rating.

Føroyska liðið er styrkismett sum nr. 4. Soleiðis verur liðið mannað (altjóða rating):

BorðNavn RatingTittulVæntað scora
1Einar Gausel2525GM4,14 (59%)
2Nikolaj Borge2408IM3,59 (51%)
3John Arni Nilssen2426FM4,26 (61%)
4Flóvin Tór Næs2337FM3,64 (52%)
5Heini Olsen2264FM3,18 (45%)
6Eyðun Nolsøe22272,98 (43%)
7Carl Eli Nolsøe Samuelsen21942,73 (39%)
8Heini Danielsen21652,76 (39%)

Spjaðingin í styrki er eitt sindur størri á føroyska liðnum, enn á hinum liðunum. Liðið er tvíbýtt, soleiðis at ovara helvtin hevur omanfyri 50% í væntaðu skoru og niðara helvtin hevur undir 50% í væntaðu skoru.
Sjálvt um John Arni hevur meira í rating enn Nikolaj, so er hann settur aftanfyri á triðja borð. Vanligt er, at borðini verða mannaði eftir styrki. Orsøkin til hesa rokering er, at John Arni sum oftast er eirindarleysur ímóti veikari telvarum, meðan Nikolaj ofta hevur fingið sera góð úrslit ímóti heilt góðum telvarum. Vónandi fær liðið fleiri stig orsakað av taktisku broytingini.

Niðara helvt
K41 hevur ein stórmeistara á fyrsta borði, Henrik Danielsen, sum eisini nakrar ferðir hevur verið og telvað í Føroyum. Annars er liðið javnt sterkt, og sum heild nakað veikari á pappírinum enn føroyska liðið. Teir hava úr 2496 niður í 2157 í rating.
Liðið úr Århus bleiv sera yvirraskandi nr. 3 seinasta ár. Flestu telvararnir á liðnum telvaðu yvir evni, men vónandi gera teir tað ikki aftur í ár. Tveir IM?arar eru á liðnum og telvararnir liggja úr 2403 niður í 2179 í rating.
SK68 er eisini úr Århus og er mannað við sera javnt sterkum telvarum. Eingin IM?ari ella GM´ari og telvarnir hava úr 2347 niður í 2235 í rating. Bert áhugaleikarar telva við liðnum. Føroyingurin Jóan Hendrik Andreassen (2135), sum er búsitandi í Århus, er limur í SK68, men hann plagar at vera við øðrum liði hjá SK68, sum telvar í 3. deild.
Nørresundby vann 2. deild vestur seinasta ár og eru tí fluttir upp saman við føroyingunum, sum vunnu 2. deild eystur. Liðið er mannað við áhugaleikarum uttan tittultelvarum. Teir hava úr 2376 niður í 2164 í rating.

1-2. umfar
Liðkappingin byrjar sum kunnugt leygardagin 15. novembur. Tvey umfør skulu telvast hetta vikuskiftið, har øll feløgini í 1. deild leika undir somu lon. Leygardagin 15. novembur hitta føroyingarnir Nørresundby, og sunnudagin 16. novembur verður mótstøðuliðið SK 68.
Næsta upptaktsgrein fer at snúgva seg um hesar dystir, umframt at telvararnir á føroyska liðnum verða nærri lýstir.